Anæstesideild
Fyrisiting
Fysiurgiska deild
Føðideild
Goymsla
Kardiologisk starvsstova
Køkur
Leiðbeining / telefonskiftil
Pínuklinikk
Portørdeild
Rannsóknarstova/Laboratorium
Røntgendeild
Seingjadeild
Skurðdeild
Tekniska deild
Vaskarí

Pínuklinikkin

Pínuklinikkin bleiv alment sett á stovn 1. september 2017. Á pínuklinikkini viðgera vit sjúklingar við non-malignari áhaldandi pínu. Talan er um áhaldandi pínu tá pínan hevur vart meira enn 6 mánar.

Persónar, ið vera ávístir til pínuklinikkina skulu vera fyltir 18 ár og vera liðugt útgreinaðir og viðgjørdir. Ein skal vera sálarliga stabilur og ikki hava eitt misbrúk av heilivági. 

Ein kann blíva ávístur til pínuklinikkina við at venda sær til kommunulæknan, ið síðani sendir eina ávísing til pínuklinikkina.

Á pínuklinikkini bjóða vit eitt samlað tvørfakligt viðgerðartilboð, har vit tillaga eina tilgongd, við støði í støðuni hjá sjúklinginum.

Starvsfólkini í pínuklinikkini

Tað tvørfakliga toymið er samansett av pínulækna (narkosulækni við serútbúgving í áhaldandi pínu), sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, fysioterapeuti og sosialráðgeva.

Stórur dentur verður lagdur á, at pínuviðgerðin skal verða tvørfaklig við luttøku av kropsligum, sálarligum og sosialum viðgerðarskipanum.

Møguligt er at ringja til pínuklinikkina mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 - 12.00

Ringjast kann á tlf. 343224 (beinleiðis)

Teldupostadressa er:  pina1@ssh.fo

Sí faldaran um pínuklinikkina.

  Áhaldandi pína (1,2 MB)